Ein hjartastartari er eitt ógvuliga einfalt tól, sum við tveimum elektrodum kann greina hjartarútmuna hjá einum fólki og geva ein elektriskan stoyt fyri at fáa eina hjartarútmu aftur, har eingin er. (hjartaflákran).
Hjartastartarar eru lættir og tryggir at nýta og eru framleiddir til at verða brúktir av leikfólki, t.v.s. fólki, sum ikki hava nakra heilsufakliga útbúgving. Hjartastartarar eru standardiseraðir soleiðis, at sama hvat fabrikatiónsmerki tú velur at keypa, er nýtsluhátturin tann sami.
Við ljóði, teksti og myndum verður fyrstuhjálparin leiddur til at veita hjálp í sambandi við hjartasteðg. Innbygdar mekanismur í tólinum tryggja, at tú ikki kanst volda nakran skaða.
Hjartastartarin gevur bert elektriskan stoyt til eitt hjarta, um trygd er veitt fyri, at tað elektriska kervið í hjartanum sjálvum er í ólagi, og orsakað av tí eingin hjartarútma er.
Hjartastartarin greinar støðuna hjá hjartanum við at taka ímóti signalum frá hjartanum gjøgnum elektrodur, sum eru klistraðar fastar á húðina á sjúklinginum.
Í flestu førum er í sambandi við ein hjartasteðgi (uml. 80%) talan um eitt elektriskt órógv í hjartanum, sum verður kallað hjartaflákran. Einasta munagóða viðgerð til hjartaflákran er at fáa elektriskan stoyt sum skjótast.
Tað er prógvað, at við hjartasteðgi fellur møguleikin at yvirliva við 7-10% fyri hvønn minutt, sum gongur. Tí er alneyðugt at vera skjótur til at veita lívbjargandi fyrstuhjálp og elektriskan stoyt. Tað er altavgerandi.
Á hvørjum ári doyggja nøkur fólk av hjartasteðgi í Føroyum, og við nevndu hjálp kunnu vit bjarga fleiri teirra, um lættatkomuligir hjartastartarar vóru tøkir um alt landið.
Í Føroyum hava vit onga lóg, sum áleggur fyrstuhjálp, og heldur einki um brúk av hjartastartarum, men í hinum norðurlondunum hava myndugleikarnir viðtikið kunngerðir, sum loyva leikfólki at brúka slík tól og ráða til, at hetta verður ein partur av upplæringini í fyrstuhjálp. Tí verður rátt fólki til at fara á eitt av teimum stuttu skeiðunum í brúki av hjartastartara, sum javnan verða boðin út.