Tann lívbjargandi ketan

Skjót fráboðan til 1-1-2

1. lið í lívbjarganarketuniEin so skjót umbøn um sjúkrabil sum gjørligt hevur við sær, at skjótt verður farið undir eina meiri framkomna viðgerð, og harvið verður møguleikin fyri einum góðum úrsliti betri.

1. lið í lívbjarganarketuni.

Skjót lívbjargandi fyrstuhjálp: hjartamassasja

2. lið í lívbjarganarketuniAt hjartamassasja verður sett í gongd skjótt saman við kunstigum andadrátti kann tvífalda møguleikan fyri, at sjúklingurin verður bjargaður.

2. lið í lívbjarganarketuni.

Skjót nýtsla av hjartastartara til at geva elektriskan stoyt

3. lið í lívbjarganarketuniSkjót nýtsla av hjartastartara fer at bøta munandi um møguleikan fyri, at tey elektrisku signalini í hjartanum gerast reglulig, og harvið møguleikan hjá sjúklinginum at liva. Um tað bar til at brúkaein hjartastartara til sjúklingin áðrenn tríggjar minuttir, eftir at sjúklingurin hevði fingið hjartasteðgin, hevði borið til at fingið meira enn 70% av øllum hjartasteðgum, ið stava frá hjartaflákran, til lívs aftur.

3. lið í lívbjarganarketuni.

Skjót framkomin viðgerð fyri hjartasteðg

4. lið í lívbjarganarketuniTann serkøna viðgerðin er m.a. at ventilera sjúklingin við súrevni og at stabilisera sjúklingin við heilivági.

Hesa viðgerð veita ambulansufólk ella læknar á staðnum ella á sjúkrahúsinum. Tí er tað av stórum týdningi, at boðað verður alarmsentralinum frá á 1-1-2 so skjótt, til ber.

Hóast skjót og góð hjálp er veitt við hjartamassasju og elektriskum stoyti, so er tað ikki altíð, at tað er nóg mikið til at seta hjartað í gongd aftur, og tí er tað av stórum týdningi, at framkomin professionel hjálp eisini kemur inn í myndina sum skjótast.

4. lið í lívbjarganarketuni.

Finn hjartastartarar
Leita
Nýggir hjartastartarar
Hjartastartari.fo á tína snildfone
QR koda - hjartastartari.fo Skanna okkara QR kodu inn og fá hjartastartari.fo á tína snildfone.