Leiðreglur og treytir fyri viðgerð av tínum upplýsingum

Í sambandi við brúk títt av hjartastartari.fo góðtekur tú, at vit savna upplýsingar, sum eru lýstar niðanfyi. Um tað hendir, at vit broyta nakað í hesum upplýsingum, fært tú boð um hetta í einum sjónligum boðum á hjartastartari.fo

Hevur tú spurningar um leiðreglur og treytir okkara, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á hesi síðu.

Hvussu leingi er ein skráseting virkin

Fyri at tryggja okkum at hjartastartarnir sum eru skrásettir blíva dagførdir t.d. í samband við at eitt virki flytir bústað og líknandi, hava vit sett eitt áramál á allar skrásetingar. Tvs. at tá ein hjartastartari verur skrásettir, er hesin virkin í 4 ár (1.460 dagar). Ádrenn ein skráseting dettur út (verur óvirkin), verur ein teldupostur sendur til brúkaran sum hevur skráset hjartastartaran, við áminning um at dagføra skrásetingina. Um tað ikki verur fylgt upp uppá hesa áminning, dettur hjartastartarin heilt úr skipanini og má skrásetast av nýggjum.

Hvørjar persónsupplýsingar savna vit saman?

Tá tú stovnar eina kontu á hjartastartari.fo, skráseta vit navn og teldupostbústað, ið verður brúkt til at fyrisita kontuna við. Hetta er til dømis, um tú hevur gloymt loyniorð o.s.fr.. Tær ber til at broyta upplýsingar á kontuni, til dømis at leggja afturat ella broyta navn, telefonnummar, o.s.fr.. Títt loyniorð verður altíð krypterað og verður ongantíð sjónlig, heldur ikki hjá pesónum við beinleiðis atgongd til dátusavn okkara.

Tá tú stovanr nýggja kontu, verður ein teldupostur við tínum brúkaraupplýsingum sendur tær. Hesar eru brúkaranavn og loyniorð. Tað loyniorðið, ið tú fært, er autogenererað av skipanini og harvið hevur loyniorðið ongantíð verið okkum kent. Tú kanst antin varðveita loyniorðið, vit hava sent tær, ella gera tær eitt nýtt, tá tú ritar teg inn fyrstu ferð.

Upplýsingar tínar verða ikki lutaðar við onnur og verða bara brúktar í sambandi við brúk av hjartastartari.fo. Tá dátuflytingar um alnetið í heilt serligum førum kunnu røkkast av óviðkomandi, kunnu vit ikki tryggja 100 prosent trygd, tá dátuflutning umræður. Hetta kann í heilt serligum førum merkja, at vandi er fyri, at onnur óviðkomandi bróta sær veg at vardum dátum, sum verða goymd elktróniskt. Hetta er ikki nakað, sum er serstakt fyri hjartastartari.fo, men er galdandi fyri allan vanligan dátuflutning á netinum. Tey dátu, vit hava í liggjandi um tín vanga eru sostatt egin ábyrgd.

Smákøkur (Cookies)

Í sambandi við hagtøl og betringar av hjartastartari.fo goyma vit smákøkur sum vitjanartøl og annað tílíkt. Tó goyma vit ikki privatar upplýsingar um tín persón ella fyritøku.