Áðrenn tú meldar tín hjartastartara til, verður tú biðin um at kanna, um ikki tín hjartastari longu er skrásettur í skipan okkara. Hetta gert tú við at leita eftir t.d. tínari fyritøku á hesi síðu.

Legg til merkis, at allar tilmeldingar eru galdandi í fýra ár. Vit hava valt hetta, so vit kunnu tryggja okkum, at eingir gamlir ella ikki skrásettir hjartastartarar eru á yvirlitinum. Tá tú skrásetir ein hjartastartara og hann er góðkendur og er at finna í yvirlitinum, fært tú eina áminning um at endurnýggja ella rætta tína skráseting, tá fýra ár eru umliðin.

Teldupostbústaður og samband

Vit mæla til, at tínar upplýsingar eru so algongdar, sum til ber. T.v.s. At teldupostur tín t.d. Er info@titt-virki.fo ella ein teldubústaður, sum altíð er atkomuligur hjá tær, tínari fyritøku ella tínum felagsskapi.

Tú kanst altíð rita teg inn á hjartastartari.fo fyri at broyta staðseting av hjartastartaranum ella at skráseta fleiri.

Ymisk hjartastartara modellir

Tú er vælkomin at heinta myndina av tínum hjartastartara her. Høgraklikk á eina av teimum líttlu myndunum og vel “Gem link som…” ella “Gem destination som..”.

Hjartastartari.fo á tína snildfone
QR koda - hjartastartari.fo Skanna okkara QR kodu inn og fá hjartastartari.fo á tína snildfone.