Um Hjartastartaranetverkið

Hjartastartari

Hjartastartaranetverkið er ment av Ansni – TILBÚGVING .

Endamálið er at upplýsa, hvar teir ymisku hjartastartararnir í Føroyum eru, so tað umvegis heimasíðuna ber til sum skjótast at finna fram til tann hjartastartaran, sum er tættast við.

Sum útgangsstøðið kanst tú sum brúkari av síðuni altíð finna fram til, hvar tú ert á okkara kortyvirliti og haðani finna fram til hjartastartaran, sum er tættast við.

So skjótt sum tú á okkara kortyvirliti hevur funnið hjartastararan, sum er tættast við, kanst tú kanna, um tú sleppur framat hesum hjartastartaranum, tá ið tú hevur brúk fyri honum.

Um tú hevur viðmerkingar til síðuna, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Trygd hevur stuðlað framleiðsluni av hjartastartari.fo.

Hjartastartari.fo á tína snildfone
QR koda - hjartastartari.fo Skanna okkara QR kodu inn og fá hjartastartari.fo á tína snildfone.