Hvørji eru vit?

Heimasíða okkara er: https://hjartastartari.fo.

Hvørjar persónligar dátur savna vit og hví

Viðmerkingar

Bert galdandi fyri brúkarar, ið hava ritað seg inn. Tá vitjandi skriva viðmerkingar í netsíðuni, savna við saman tey dátu, sum síggjast í viðmerkingarteiginum. Eisini savna vit IP-bústaðin og upplýsingar um kaga, hetta fyri at eyðmerkja møguligt spamm.

Ein navnleysur strongur, sum er knýttur at tínum telduposti, kann latast sonevndu Gravatar-tænastuni til tess at síggja, um tú brúkar hesa. Privatlivspolitikkurin hjá Gravatar-tænastuni er at finna her: https://automattic.com/privacy. Tá tín viðmerking er góðtikin, verður tín profilmynd sjónlig fyri almenninginum saman við viðmerkingini.

Tá tú stovnar eina kontu á hjartastartari.fo, skráseta vit navn og teldupostbústað, ið verður brúkt til at fyrisita kontuna við. Hetta er til dømis, um tú hevur gloymt loyniorð o.s.fr.. Tær ber til at broyta upplýsingar á kontuni, til dømis at leggja afturat ella broyta navn, telefonnummar, o.s.fr.. Títt loyniorð verður altíð krypterað og verður ongantíð sjónlig, heldur ikki hjá pesónum við beinleiðis atgongd til dátusavn okkara.

Tá tú stovanr nýggja kontu, verður ein teldupostur við tínum brúkaraupplýsingum sendur tær. Hesar eru brúkaranavn og loyniorð. Tað loyniorðið, ið tú fært, er autogenererað av skipanini og harvið hevur loyniorðið ongantíð verið okkum kent. Tú kanst antin varðveita loyniorðið, vit hava sent tær, ella gera tær eitt nýtt, tá tú ritar teg inn fyrstu ferð.

Upplýsingar tínar verða ikki lutaðar við onnur og verða bara brúktar í sambandi við brúk av hjartastartari.fo. Tá dátuflytingar um alnetið í heilt serligum førum kunnu røkkast av óviðkomandi, kunnu vit ikki tryggja 100 prosent trygd, tá dátuflutning umræður. Hetta kann í heilt serligum førum merkja, at vandi er fyri, at onnur óviðkomandi bróta sær veg at vardum dátum, sum verða goymd elktróniskt. Hetta er ikki nakað, sum er serstakt fyri hjartastartari.fo, men er galdandi fyri allan vanligan dátuflutning á netinum. Tey dátu, vit hava í liggjandi um tín vanga eru sostatt egin ábyrgd. Sí eisini “Leiðreglur og treytir”.

Miðlar

Um tú sendir myndir út á netsíðuna, so eigur tú at lata vera við at senda upp myndir, sum hava innlagdar lokalitetsdátu (EXIF GPS). Vitjandi á síðuni kunnu tá taka myndirnar við hesum upplýsingum og taka tær frá myndunum.

Oyðublað til samskifti

Upplýsingar, sum eru sendar okkum við hesum oyðublaði, verða bronglaðar og verða ikki latnar øðrum.

Farspor

Um tú skrivar viðmerking á heimasíðu okkara, kanst tú velja at krógva navn, teldupost og heimasíðu í farsporum. Hetta er fyri at lætta um hjá tær, so tú ikki hevur fyri neyðini at skriva hesar aftur, tá tú viðmerkir aftur. Hesi farspor eru til taks í eitt ár.

Um tú hevur eina kontu, og tú ritar teg inn á hesa netsíðu, upprætta vit eitt fyribils farspor fyri at finna útav, um tín telda góðtekur farspor. Hesi farspor hava eingi persónlig dátu, og tey verða strikað, tá tú sløkkir kagan.

Tá tú ritar teg inn, upprætta við fleiri farspor og goyma tínar innritingarupplýsingar, og hvussu tú velur at síggja okkum. Innritanarfarspor varða í tveir dagar, og val av vísing í eitt ár. Um tú velur (minst til mín), heldur tin innritan í tvær vikur. Um tú ritar teg út av kontuni, hvørva innritanarfarsporini.

Um tú ritsjórnar ella gevur út eitt rit, verður eitt farspor aftrat goymt á tínum kaga. Hetta farspor hevur ikki nøkur persónlig dátu, men uppgevur einfaldar upplýsingar um riti, tú júst hevur ritstjórnað. Hetta hvørvur eftir einum degi.

Innlagt innihald frá øðrum netsíðum

Greinar/síður á hesi netsíðuni kunnu hava innlagt tilfar (t.d. filmar, myndir, greinar o.s.fr.). Innlagt innihald frá øðrum netsíðum verður viðgjørt á júst saman hátt sum hevði tann vitjandi verið á eini aðrari netsíðu.

Hesar netsíður savna eisini dátu um tey, brúka farspor, innleggja sporing og vaka yvir, hvat tú gert við innlagda tilfari, um tú hevur kontu og ert innritaður.

Greining

Vit brúka farspor til tess at betra um og greina netsíðuna. Hesi eru vanlig Google-farspor, sum víst niðanfyri umframt onnur farspor vit brúka á síðuni.

Farspor á okkara heimasíðu:

FarsporLýsing
_gaFarspor brúkt av Google Analytics. Farspor verur brúkt til at rokna út vitjandi, sessiónir og til at hjálpa okkum vit at brúka Google Analytics rapportir. Hesi farspor eru dulnevnd og tann einstaki brúkarin verur ikki sermerktur.
_gatVerður brúkt til at eyðmerkja brúkarar og verur brúkt til Google Analytics.
_gidVerður brúkt til at eyðmerkja brúkarar og verur brúkt til Google Analytics. Data sum verur innsamlað er td. tal av vitjandi, hvar vitjandi kemur frá og síður sum eru vitjaðar. Data er dulnevnt og vit hava ongan møguleika at sýggja hvør tann einstaki brúkarin er.
CONSENTEingin lýsing.
cookielawinfo-checbox-analyticsHetta farspor er ein partur at GDPR stillingunum á okkara síðu. Hetta er ein partur av tínum stillingum tá tú td. sær "Hagtøl (Analytics)" farspor á síðuni.
cookielawinfo-checbox-functionalHetta farspor er ein partur at GDPR stillingunum á okkara síðu. Hetta er ein partur av tínum stillingum tá tú td. sær "Virkisførar (Functional)" farspor á síðuni.
cookielawinfo-checbox-othersHetta farspor er ein partur at GDPR stillingunum á okkara síðu. Hetta er ein partur av tínum stillingum tá tú td. sær "Annað" farspor á síðuni.
cookielawinfo-checkbox-advertisementHetta farspor er ein partur at GDPR stillingunum á okkara síðu. Hetta er ein partur av tínum stillingum tá tú td. sær "Lýsingar (Advertisement)" farspor á síðuni.
cookielawinfo-checkbox-necessaryFarspor sum brúkar GDPR farspor modul til at goyma tínar stillingar tá tú góðkennur ella avvísur brúk av farspor sum eru vístar sum "Neyðugar". Ongar persónligar data blíva goymdar.
cookielawinfo-checkbox-performanceHetta farspor er ein partur at GDPR stillingunum á okkara síðu. Hetta er ein partur av tínum stillingum tá tú td. sær "Framíhjárættur" (Performance) farspor á síðuni.
IDEBrúkt av Google DoubleClick og goymir upplýsingar um, hvussu vitjandi brúka heimasíðuna og aðrar lýsingar, áðrenn vitjandi vitjar heimasíðuna. Hetta er brúkt til at vísa brúkaranum upplýsingar sum eru viðkomandi í samband við brúkaraprofilin her á síðuni. Hetta er tó ikki naka vit brúka aktivt, men bert hagtalsmessiga.
PHPSESSIDHetta farspor blívur brúkt í samband við PHP applikatiónir. Farspori blívur búkt til at goyma brúkara sessiónir unikt við tí endamáli at mála brúkara sessiónir á heimasíðuni. Hetta er sessión farspor og verur strika tá øll kagara vindeygu hjá brúkaranum eru afturlatin.
test_cookieFarspor brúkt av doubleclick.net. Blívur brúkt til at kanna um kagarin hjá brúkaranum loyvir farsporum.
viewed_cookie_policyFarspor sum brúkar GDPR farspor modul til at goyma tínar stillingar tá tú góðkennur ella avvísur brúk av farspor. Ongar persónligar data blíva goymdar.
VISITOR_INFO1_LIVEFarspor brúkt av YouTube. Blívur brúkt í samband við vísing av YouTube video á síðuni.
wordpress_test_cookieFarspor brúkt av doubleclick.net. Blívur brúkt til at kanna um kagarin hjá brúkaranum loyvir farsporum.
wp-resetpass-bd4d16f16e7e2ab692258fb43528adfbEingin lýsing.
YSCFarspor brúkt av YouTube. Blívur brúkt í samband við vísing av YouTube video á síðuni.

Hvønn deila vit tíni dátu við

Henda netsíða verður skannað fyri møguligan illbúnað og veikleikar av Sucuris SiteCheck. Vit senda ikki persónligar upplýsingar til Sucuri. Sucuri finnur harafturímóti viðhvørt persónligar upplýsingar, sum eru almannagjørdir (t.d. í viðmerkingum), tá tey skanna. Les meira um Sucuri: Sucuri’s privatlivspolitik.

Hvussu leingi goyma vit dátu tíni

Um tú skrivar eina viðmerking í t.d. kontaktoyðublaðið, so verður viðmerkingin og metadátu hennara goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er, fyri at vit kunnu kenna aftur og góðtaka seinni viðmerkingar beinleiðis uttan at tær skulu bíða eftir góðkenning.

Hjá brúkarum, sum upprætta seg á okkara netsíðu, goyma vit eisini persónligar upplýsingar, sum teir geva til sín vanga. Allir brúkarar kunnu síggja, rætta í ella strika sínar persónligu upplýsingar altíð. (Tó kunnu teir ikki broyta brúkaranavn). Umsitarar av netsíðuni kunnu eisini síggja og viðgera hesar upplýsingar.

Hvørji rættindi hevur tú yvir dátum tínum

Um tú hevur eina kontu á hesari netsíðu, ella tú hevur skrivað viðmerkingar her, kanst tú biða um ein a fílu við teim persónligu upplýsingum, sum vit hava um teg, harímillum øll dátu, tú hevur givið okkum. Tú kanst eisini biða okkum strika allar upplýsingar, vit hava um teg. Hetta fatar ikki um dátu, sum vit hava skyldu til at goyma av fyrisitingarligum, lógartøkniligum ella trýgdarávum.

Hvagar senda vit tíni dátu

Viðmerkingar frá vitjandi kunnu møguliga verða kannað av sjálvvirkandi spamleitingartænastu.

Tín kunning um samband

Vit senda ikki øðrum hesar upplýsingar.

Aðrar upplýsingar

Trygd

Tá tú ert á innritanarsíðuni, sigur eitt fyribils farspor, sum hjálpir við samstarvinum við aðrar hættir at innrita seg. Hetta farspor hevur ongar persónligar uppýsingar og verður strikað eftir einum tíma.

Hvussu verja vit tíni dátu

Hjartastartaranetverkið brúkar eitt SSL-samband allastaðni á netsíðuni til tess at brongla tíni dátu.

Vit geva ikki víðari ella selja upplýsingar.

Vit fara ongantíð at senda rúgvur av tíðindabrøvum og hava í løtuni ongar ætlanir um tíðindabrøv yvirhøvur.

Gerðalisti

IP-bústaðurin hjá vitjandi, samleiki hjá innritaðum brúkarum og brúkaranavn hjá innitanarroyndum eru náttúrliga neyðug fyri at verja netsíðuna fyri ávísum álopum. Dømi um støður, har gerðalisti er neyðugur, eru royndir at rita seg inn, umbøn at rita seg út, umbøn illgrunaverdir bústaðir, broytingar av tí, sum er á netsíðuni og dagføring av loyniorði. Hesar upplýsingar verða goymdar í 60 dagar.

Handfar farspor stillingar / samtykki

Soleiðis strikar ella verjir tú fyri farsporum

Hvørjar mannagongdir hava vit í sambandi við dátubrot

So skjótt sum tú hevur skrásett teg sum brúkara á Hjartastartaranetverkinum, verður teldupostur, navn, bústaður, aðrir bústaðir og telefonnummur sett inn í skipanina. Hesar upplýsingar verða brúktar, so at tú kanst rita teg inn á heimasíðuni, og at vit kunnu senda tær týdningarmikil boð við telduposti.

Dømi um boð við telduposti kunnu vera, at broytingar eru framdar á sjálvari heimasíðuni, ella at vit hava góð tilboð o.s.fr.. Vit senda ikki tíðindabrøv við sølufremjandi tilfari so sum lýsingum og slíkum.

Hvørjum fáa vit dátu frá

Google Analytic/Tag manager, YouTube.

Vit senda ikki upplýsingar á tínum vanga til onnur.

Hvat hendir sjálvvirkandi, tá vit viðgera brúkaradátu

Vit gera einki við tíni dátu. So leingi tú ert brúkari á okkara heimasðiðu, vera tíni dátu í okkara skipan. Tá ið brúkarakontan verður strikað, strika vit eisini øll tíni dátu

Upplýsingar til tín sum brúkara í skipan okkara verða sendar við telduposti. Tú kanskt nær sum helst uppsiga henda teldupost, men tað mæla vit ikki til. Um tú sigur teldupostin frá tær, kanst tú missa týdningarmiklar upplýsingar um t.d. broytingar, tilboð og annað tílíkt.

Industriregulative krav om fremlæggelse

Útgevari.

Útgevari

Hjartastartaranetverkið

Eigari og kunngeri av netsíðuni er:

Hjartastartaranetverkið
Hoyvíksvegur 61
Postboks 1301
FO-110 Tórshavn

info@hjartastartari.fo

Broytingar í privatlívspolitikkinum

Hjartastartaranetverkið tilskilar sær rættindini til at dagføra og rætta privatlívspolitikkin til eina hvørja tíð. Fyri at tryggja tær at tú hevur nýggjastu dagføringina av privatlívspolitikkinum, eigur tú javnan at vitja hesa síðu.

Sí eisini “Leiðreglur og treytir”.